Tyrluvanlukkan sum skakaði Alta

Tíðliga í dag gjørdist greitt, at norski ríkisadvokaturin hevur kravt, at tyrlufelagið Helitrans, sum átti vanlukkutyrluna, skal kannast.

 

Norska løgreglan hevur tryggjað sær bæði myndir og filmsbrot hjá fleiri av teimum, sum vóru við, tá tyrlan seinnapartin leygardagin datt niður nærindis býnum Alta í Finnmørkini. Øll tey fimm, sum vóru ferðafólk, ið vóru ein sightseeing-túr við tyrluni, vóru úr býnum Alta. Flogskiparin var svenskur ríkisborgari.

Vanlukkan hevur skakað Alta, har mong kendu tey - ella familjur teirra - sum lótu lív. Enn ber ikki til at siga, hvør orsøkin var til vanlukkuna, og eingi vitni eru sum sóu júst, tá tyrlan datt niður. Men, fólk vóru nærindis, sum bæði hoyrdu stoytin og sóu roykin, tá eldur kom í tyrluna.

- Men, vit hava fingið sendandi myndir og filmsbrot, ið fleiri av teimum, sum vóru í tyrluni, hava sent við Snapchat. Vit hava soleiðis eina mynd, ið er tikin hálvan annan minutt fyri vanlukkuna, men heldur ikki út frá hesi myndini síggja vit nakað óvanligt, sum kann siga okkum um orsøkina til vanlukkuna, sigur kelda, sum luttekur í kanningararbeiðnum.

Norska løgreglan hevur áður sagt, at tey vita, hvørja leið tyrlan fleyg í feigdartúrinum, og í dag hava tey flogið hesa rutu í aðrari tyrlu fyri at vita, um tey kundu finna út av nøkrum, sum hevur áhuga fyri uppkláringararbeiðið.

Hugt hevur eisini verið eftir, um nakrir lutir av tyrluni kanska kundu verið dotnir av tyrluni, sum kundu verið orsøkin til vanlukkuna, men higartil eru eingin lutir av tyrluni funnir á leiðini, sum tyrlan fleyg á síni seinastu ferð. 

Krevjandi umstøður á leiðini, har tyrlan datt niður, hava gjørt, at kanningararbeiðið tekur longri tíð enn væntað, men avhoyringar eru gjørdar, eins og ymiskar tekniskar kanningar eisini eru gjørdar. - Hóast tvey samdøgur eru farin, eru vit framvegis á innleiðandi stigi í kanningararbeiðnum.

Tíðliga í dag gjørdist eisini greitt, at norski ríkisadvokaturin hevur kravt, at tyrlufelagið Helitrans, sum átti vanlukkutyrluna, skal kannast. Her skulu eitt nú loftferðsluloyvi, møguligar avmarkingar, loyvisbrøv og tekniskur standur hjá felagnum annars kannast.