Ein tyrluvanlukka í Afghanistan hevur kravt 11 mannalív. Tað siga Nato-keldur fyri tíðindastovuni Reuters.
Sagt verður, at tríggir amerikanskir hermenn og fýra aðrir Nato-hermenn eru millum tey deyðu. Hini vóru tríggir afghanskir stjórnarhermenn og ein afghanskur tulkur.
Amerikanskir fjølmiðlar siga, at tyrlan datt niður í Shah Wali Kot nærhendis Kandahar har suðuri í Afghanistan.
Danska herleiðslan sigur við Tv2, at hon hevur ikki fingið boð um, at nakar dani var í tyrluni.