Sveinur Tróndarson
Tað tykist í løtuni valda stór ógreiða um hvørt tyrlutænastan hjá donsku sjóverjuni í Føroyum. Orsøkin er, at danska fólkatingið hevur gjørt semju um verjuna komandi árini og úrslitið av hesi semju kann væl gerast, at fleiri av tyrluflogskiparunum gevast í verjuni og fáa sær starv í privatari vinnu ístaðin.
Søgan er í stuttum tann, at leiðslan fyri donsku sjóverjuni fyri nøkrum mánaðum síðani avgjørdi, at tyrlan hjá donsku sjóverjuni ikki skuldi flúgva í Føroyum í eini seks mánaðir um ári. Orsøkin var tann, at sjóverjuni vantar tyrluflogskiparar, og fyri at kunna veita eina betir tænastu í eitt nú Danmark og í Grønlandi, var Føroyar valt frá.
Føroyskir politikarar gjørdu sítt ýtarsta fyri at sleppa undan at danska tyrlan varð tikin úr Føroyum, og tað eydnaðist eftir øllum at døma, tá Nyrup á vitjan síni í Føroyum segði føroyskum politikarum, at málið var loyst.
Hvussu tað var loyst visti eingin, men tað var loyst.
Verjusemja broytir umstøðurnar
Men henda loysn er nú eftir tí sum skilst í vanda.
Danska sjónvarpsrásin DR1 visti sunnukvøldið at siga, at fólkatingið hevði gjørt semju um verjupolitikkin næstkomandi árini.
Millum annað hevur henda semja við sær, at tyrlustøðin í Værløse á Sælandi verður niðurløgd, og virksemi flutt til Karup í Jútlandi. Við hesum er alt virksemi miðsavnað á einum stað, men politikararnir hava gloymt at spyrja flogskipararnar áðrenn.
Fleiri teirra eru ikki sinnaðir at flyta til Jútlands, m.a. orsakað av at teir eru komnir nakað upp í árini, og tað hevur við sær, at bert tríggir tyrluskiparar verða tøkir í øllum ríkinum.
Tríggir tøkir av fimtan
Danska bjargingartænastan er soleiðis sett saman, at tað skulu vera 15 tyrluflogskiparar tøkir.
Tað er nú lættari sagt enn gjørt, tí í løtuni eru bara sjey flogskiparar tøkir. Hinir átta, hava allir fingið starv í privatu flogvinnuni, t.d. eru fleiri teirra vornir flogskiparar hjá SAS, har løn og arbeiðsviðurskiftir eru nógv betri enn í herinum.
Av teimum sjey tyrluskiparunum, sum eru í bjargingartænastuni, hava fýra longu boðað frá, at teir vilja ikki flyta til Karup, og at teir siga seg úr starvi.
Hetta merkir, at tað bert eru tríggir flogskiparar tøkir av teimum fimtan, sum eiga at verða í bjargingartænastuni, og tað er so lítið, at tænastan eftir øllum at døma verður niðurløgd, um ikki broytingar koma í.
Restin lítið mætari
Nú er tyrlutænastan hjá sjóverjuni ikki bara bjargingartænasta, men verður hugt eftir samlaðu tyrlutænastuni hjá sjóverjuni, so skulu íalt verða 36 tyrluflogskiparar fyri at kunna hava tað vaktarskipan sum er í dag.
Í løtuni eru bert 27 flogskiparar og av teimum eru teir átta í holt við at útbúgva seg víðari til flogskipara, og sambært tíðindum er væntandi, at teir skifta í annað meira gevandi starv innan alt ov leingi.
Fara so fýra burtur av afturat, av tí at bjargingardeildin skal flytast, so eru ikki meiri enn 15 flogskiparar tøkir, alt í alt, og tað siga flogskipararnir sjálvir er alt ov lítið. Hetta kann í síðsta enda merkja, at danska sjóverjutyrlan als ikki fer at flúgva í Føroyum.
Betri løn og arbeiðsumstøður
Orsøkin til, at danska sjóverjan missir allar flogskipararnar er, sum verða man, betri løn og arbeiðsumstøður.
Ein fyrrverandi tyrluflogskipari, sum í dag starvast sum flogskipari hjá SAS, segði við DR1, at tað eru starvstreytirnar, sum eru orsøkin til, at flogskipararnir fara í annað starv.
- Lønin, sum vit fáa í privatu vinnuni er nógv hægri. Hartil fáa vit eina góða pensjón afturat lønin. Afturat tí eru vit væl tryggjaðir um eitthvørt skuldi hent. Tað kann sjóverjan ikki kappast við. Flogskiparin vísti eisini á tað sum í løtuni er trupulleikin hjá tyrlutænastuni, at teir liva í einum støðugum ótta fyri at vera fluttir til annað stað í landinum. Flogskipararnir verða ikki spurdir til ráðs. Teir skulu bara gera sum tað verður sagt, og tað merkir, at teir skulu flyta runt við familju og børnum.
- Hesum sleppa vit undan í tí privatu vinnuni, og tað er einki at ivast í, at tað eisini spælir inn, tá fólk velja arbeiði, segði flogskiparin við donsku sjónvarpsrásina.
Hvussu verður við tyrluflúgving hjá donsku sjóverjuni við Føroyar, stendur tí eftir øllum at døma púra ógreitt í løtuni.