Tyrlutænastan skal vera plaserað á landjørðini

? Í grannalondum okkara er farið burtur frá at hava tyrlu umborð á skipum, tí henda skal altíð vera klár, vera plaserað sentralt, so hon skjótast kann koma á staðið og kunna hava neyðuga læknahjálp ella aðra hjálp við, tá farið verður avstað, segði Jørgen Niclasen m.a. í svari sínum til fyrispurning

Ólavur í Beiti


Tað var Anita á Fríðriksmørk sum fyri viku síðani setti Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra fleiri spurningar í fyrispurningi um vaktarskip og vaktartænastu, og vildi Anita m.a. hava at vita frá Jørgen Niclasen, um ætlanin við byggingini av skipinum ein liður í eini heildarætlan fyri vaktar- og bjargingartænastu við Føroyar? Hvørji krøv verða sett til vaktar- og bjargingartænastu í sambandi við fullveldisætlanina? Hvørji krøv verða sett til vaktar- og bjargingartænastu í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu? Hvørji krøv verða sett til eina framtíðar tyrlutænastu fyri Føroyar?


Avtalur gjørdar

Í svarinum til heesar spurningar, sigur Jørgen Niclasen, at landsstýrið hevur ábyrgdina av bjarging, og til tess at røkja tyrlutænastuna til hetta endamál er gjørd ein avtala við donsku sjóverjuna, tá teirra tyrla er tøk. Eisini hevur tyrlan hjá Atlantic Airways verið nýtt til ymiskar uppgávur.

? Sjóverjutyrlan verður ikki ein varandi loysn, men fyribils er avtalan longd fyri 1999. Tað er nógv, sum týðir uppá, at neyðugt er við útbygdari tyrlutænastu í Føroyum.

? Landstýrið er av teirri áskoðan, at hesar uppgávur eiga at verða samskipaðar, og hevur tí sett seg í samband við Atlantic Airways um møguleikan at samskipa framtíðar tyrlutænastu. Tyrlutænastan í framtíðini skal m.a. røkja hesar uppgávur: SAR (search and rescue) ella LOB (leiting og bjarging), fiskiveiðieftirlit, sjúkraflutning, ferðafólka- og farmaflutning til og frá útoyggjum og útplássum og slingflúgving, upplýsti Jørgen Niclasen.


Tilbúgvingarætlan

Víðari vísti hann á, at Atlantic Airways megnar ikki í dag at røkja allar hesar uppgávur og arbeiðir tí við eini verkætlan, sum kann nøkta tørvin við tyrlu at røkja nevndu uppgávur. Tá verkætlanin er liðug, má støða takast til hesa. Henda ætlan er ein liður í tilbúgvingarætlanini.

? Tyrla at røkja omanfyri nevndu uppgávur má hava eina hóskandi stødd, má taka 12 - 14 persónar og hava møguleika at fara (range) út á 200 fj. sjómarkið.

? Í grannalondum okkara er farið burtur frá at hava tyrlu umborð á skipum, tí henda skal altíð vera klár, vera plaserað sentralt, so hon skjótast kann koma á staðið og kunna hava neyðuga læknahjálp ella aðra hjálp við, tá farið verður avstað. Tí er eingin ivi um, at føroysk tyrlutænasta skal vera plaserað á landjørðini, og tað fíggjaliga sigur okkum, at hon sjálvandi skal samskipast, svaraði Jørgen Niclasen m.a. aftur í tinginum.