ORSØKIN til hesa drastisku avgerð er tann, at Maersk-fyritøkan, sum hevur havt tyrluflutningin í danska partinum av Norðsjónum um hendi í 24 ár, misti sáttmálan við sítt egna systurfelag, Maersk Olie og Gas. Av tí at ES-reglar siga, at sáttmálar/arbeiðið við ávísari stødd, skulu bjóðast út alment, beyð eitt stórt kanadiskt tyrlufelag uppá flúgvingina, sum Maersk Helicopters hevur havt øll árini - og fekk sáttmálan.
UTTAN at hava nakað innlit í, hvat Maersk hevur boðið føroyingum at keypa tvær tyrlur fyri, so sigur ein av stjórunum í donsku fyritøkuni, at talan verður um serprís til føroyingar. Hvussu og ikki so eigur slíkt tilboð at verða viðgjørt. Atlantsflog hevur í seinastuni havt følarar úti til at keypa eina nýggja tyrlu at avloysa verandi tyrlu, sum felagið rekur fyri landsstýrið. Nú kemur so spurningurin: kunnu vit fáa tvær brúktar tyrlur fyri prísin á eini nýggjari tyrlu og hava vit brúk fyri tveimum tyrlum!
NETTUP hesin seinni spurningurin er áhugaverdur, nú tað ljóðar, at danska sjóverjan møguliga fer at gevast við tyrluflúgvingini við Føroyar. Hetta ber so í sær, at vit hava brúk fyri tyrlu til taka sær av bæði sjómarkseftirliti og sjúkraflutningi. Hetta vita vit kann ein tyrla hjá landinum ikki taka sær av, tá hon eisini hevur bæði fólka- og farmaflutning um hendi. Og nú tosað verður um eina frálandavinnu, tekur spurningurin um at hava okkara egnu tyrlu til flutning av fólki millum pallarnar og land seg upp.
ÁHUGAVERT verður at frætta, hvat landsins myndugleikar ætla á hesum øki. Tað er í hvussu er ein relevantur spurningur at seta okkara myndugleikum: hvørjar ætlanir teir hava á tyrluøkinum, um danska sjóverjan gevst við síni tyrlutænastu. Aftrat hesum kemur so møguleikin fyri at skapa bæði Atlantsflogi og landinum nýggjar inntøkur gjøgnum flúgving ?offshore? og loksins er tað spurningurin um trygdina í veitingum sum heild við at hava tvær tyrlur tøkar heldur enn bert ta einu.
EITT áhugavert mál, sum má hava givið landsstýrinum nakað at hugsa um.