Tyrlan til føroyskt skip eftir sjúkum manni

Maður mátti flytast á Landssjúkrahúsið

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog hevur í morgun verið úti á Smaragd eftir einum manni, sum trongdi til hjálp.

 

Tað klokkan 06.27 í morgun, at Mrcc fekk boð fra Smaragd um, at ein maður varð blivin sjúkur umborð og at tey hildu, at tað var rættast at fáa hann á Landssjúkrahúsið.

 

Smaragd var staddur 40 fjórðinar eystur úr Fugloy og ein tíma seinni var tyrlan hjá skipinum.

 

Veðrið er gott, so tað gekst væl at fáa mannin í tyrluna og fyri løtu síðani lendi hon á Landssjúkrahúsinum við manninum, sigur MRCC.