Tyrlan økir ikki um vanliga túratalið

Hóast ferðasambandið sjóvegis millum oyggjarnar liggur lamið orsakað av verkfallinum, hevur tyrludeildin hjá Atlantsflogi ongar ætlanir um at økja um túratalið

Manningin á tyrluni hjá Atlantsflogi er ikki limur í Starvsmannafelagnum, og sostætt er tyrluflúgvingin ikki rakt av arbeiðssteðginum, Tyrlan flýgur sínar vanligu túrar kring oyggjarnar, eins og einki var hent. Men av tí at tyrlan í løtuni er einasta regluliga sambandið millum oyggjarnar, er eftirspurningurin stórur fyri at sleppa við tyrluni. Frá tyrludeildini verður sagt , at rættuligur telefonstormur hevur verið síðani skrivstovan opnaði mikumorgunin eftir at verkfallið var lýst. Men hóast tann stóra kravgangin, hevur tyrludeildin ongar ætlanir um at røkja túratalið. Rutuflúgvingin verður tann sama sum vanligt.


Tyrlupallur raktur

Hóast manningin á tyrluni ikki er limur í Starvsmannafelagnum, er manningin á einum einstøkum tyrlupalli limur í hesum felag. Talan er um tyrlupallin í Froðba í Suðuroynni. Suðuroyggin er helst tann oyggin, sum er mest avskorin frá restini av landinum, tá Smyril ikki er í sigling. Tí kemur tað sera illa við hjá suðuroyingum, at heldur ikki tyrlan er í rutu til oynna undir verkfallinum.