Tyrlan hjá Atlantsflog loypti hvøkk á Gøtufólk

Mangur kikari varð tikin fram í Gøtu, tá tyrlan hjá Atlantsflog hevði bjargingarroynd á Gøtuvík hósdagin. Fólk hildu eitthvørt var áfatt

Jonhard Hammer


Hósdagin hevði tyrlan hjá Atlantsflog bjargingarroynd á Gøtuvík. Frá tyrludeildin hjá Atlantsflog verður upplýst, at talan var um venjingar, sum teir kalla Hoyst-venjingar. Her verður spælið nógv brúkt. Menn verða loraðir niður í sjógvin og verða síðani bjargaðir uppaftur. Grundin til, at tað verður lagdur so stórur dentur á hesar venjinganar er, at um eitt skip er við at søkka, ella at menn eru farnir yvir borð, skal tyrlan klára at bjarga hesum monnunum skjótt og væl.

Konrad Lauritsen á tyrludeildini hjá Atlantsflog sigur, at manningin á tyrluni eru í sera góðari venjing. Einaferð um vikuna venja teir, tað er bæði í góðum og ikki minst í ringum veðrið, tað er ofta tá ið ólukkurnar henda. Tað eru fýra mans, sum hava tilknýti til tyrluna, tríggir skiparar og ein stýrimaður. Teir eru allir føroyingar, og hetta metir Konrad Lauritsen verða ein fyrimun, tí fyri tað fyrsta kenna teir væl oyggjarnar og eru eisini uppvaksnir við tí føroyska veðurlagnum, sum ikki altíð er so gott og lætt at rokna út.

Veðrið hósdagin eitt var sindur illfýsi. Tað var myrkt og kavaði. Tyrlan fleyg skjótt runt á Gøtuvík, og síðani fóru mans frá tyrluni niður í sjógvin. Fleiri fólk í Gøtu gjørdust sera kløkk av hesari hendingini, kanska tí tað er ikki so long tíð síðani, at ein vanlukka var á Gøtuvík. Men tíbetur var her bert talan um eina venjing.