MRCC upplýsir fyri In.fo, at ein bjargingartyrla í skýmingini í kvøld hevur verið onkustaðnis oman fyri bygdina í Haraldsundi eftir seks útlendingum, sum høvdu gingið seg í óføri.
- Tað var løgreglan, sum boðaði okkum frá hesum, og hildið varð, at best var at bera seg skjótt at, tí myrkrið stundaði til. Tað tók heldur ikki meira enn eitt korter til hálvan tíma, til bjargingartyrlan var á leiðini oman fyri Haraldsund.
MRCC upplýsir, at løgreglan hevði samband við fólkini alla tíðina, og soleiðis bar til eftir lítlari løtu at leiða tyrlumanningina til útlendingarnar, sum tá høvdu gingið í einar 10 tímar. Teir vóru kaldir og illa fyrikomnir, og onkur føldi seg ikki væl.
- Bjargingartyrlan tekur fleiri fólk, og teir fingu tí øll upp í tyrluna í senn. Tá tyrlan lendi við útlendingunum, tók løgreglan ímóti, og onkur teirra fór á sjúkrahús til kanningar, veit MRCC at siga í kvøld.