Tyrla lendi uttan nasahjól

Tað var rein rutina, tá ein tyrla um miðnáttarleitið 24. januar í fjør flutti 14 starvsfólk av einum boripalli til flogvøllin í Esbjerg, skrivar dr.dk í dag. Men hóast flogtúrurin var rutina, var lendingin óvanlig.

Tá tyrluskiparin varnaðist, at nasahjólið ikki fór niður, varð sett ein óvanlig ætlan í verk. Ein palla við saltsekkum varð sett út á landingarbreytina. Tað kemur fram í einari frágreiðing hjá donsku Havarínevndini, sum kom í desember.

Hóast truplar umstøður eydnaðist tað tyrluskiparanum at lenda við snútanum beint á saltsekkunum soleiðis, at eingin fekk skaða. Heldur ikki Sikorsky-tyrlan fekk so mikið sum eina skeinu.

Havarínevndin kemur til ta niðurstøðu eftir at hava kannað motoin og umstøðurnar við óvanligu lendingini, at orsøkin var ein eftirlitsfeilur.

Hetta hevur síðani ført til, at operatørurin hevur sett niður eftirlitsintervallið frá 500 til 250 flogtímar. Av tí at tyluframleiðarin hevur broytt eftirlitsgongdina, ger Havarínevndin ikki meiri við málið.

Um tyrluskiparin hevur fingið hetjustatus í Esbjerg er óvist, men hann kann í hvussu er gleðast um, at hann heilt er frítikin í frágreiðingini.