Týr eru komnir á plakatina hjá Copenhell 2014, stóri danski tungmálmsfestivalurin heldur 5 ára føðingardag, við einum braki, og hevur longu avdúka at Iron Maiden er høvuðsnavnið í ár.
Nú er so avdúka at eisini eitt av størstu tungmálmsnøvnunum Megadeth koma framvið.
Spátt verður, at hetta verður tað størsta og mest spennandi Copenhell higartil, og fyri føroyingar og fjepparar av víkingamálmi, gjørdist festivalurin uppaftur meira spennandi, nú Føroya fremsti málmbólkur Týr skal spæla har.
Hóast festivalurin kallar Týr fyri "den islandske vikingehær”, so ivast vit ikki í, at Týr fara at vera fín umboð fyri okkum í norðara parti av kongaríkinum. Tá teir fara á pall í Keypmannahavn.
Onnur nøvn, ið koma framvið eru Arch Enemy, Obituary, Suicide Silence, Graveyard, Within Temptation og The Hell, umframt nógv onnur, ið ikki eru kunngjørd enn.