Tað gongst illa hjá franska forsetanum at varðveita ta góðu undirtøkuna, sum hann hevði millum fronsku veljararnar, tá hann bleiv valdur. Tvørturímóti er undirtøkan hjá Nicolas Sarkozy minkað nógv teir seinastu mánaðarnar, og nú vísir ein nýggj kanning, at bara 32 prosent av teimum spurdu eru nøgd við forsetan og tað, sum hann avrikar. Heili 64 prosent halda, at hann fær ov lítið burturúr, og so lítla undirtøku hevur eingin franskur forseti havt líka síðani 1981, skrivar AFP.