Tyggja tær at vøran er umhvørvisvinarlig

Åge H. Jensen, ið eigur og rekur fyritøkuna "A. H. Jensen" í Stoffalág í Havn, sum selur alt innan reingerð, sigur, at í dag eru nógvir leverandørar á marknaðinum, men ikki allir gera eins nógv við etikk, kvalitet, umhvørvi, heilsu og tænastu

Nógvir leverandørar bjóða seg fram við reingeringsevnum, men ikki allir gera eins nógv við etikk, kvalitet, umhvørvi, heilsu og tænastu, sigur Åge H. Jensen, ið eigur og rekur fyritøkuna "A. H. Jensen" í Soffalág í Havn. Hann sigur, at vørurnar teir selja eru góðkendar av bransjusamtakinum SPT-Charter, sum bindur teirra leverandørar til at halda tey strongu krøvini um etikk, kvalitet, umhvørvi og tænastu á hægsta støði.

Krøvini frá samfelagnum til vinnulívið vaksa alla tíðina, serliga hvat reinføri og umhvørvinum viðvíkur. Leverandørar av reingerðingsproduktum hava stóran týdning í dagsins samfelag, teir eru við til at syrgja fyri at reinførið er í ordan, hvar tað so skal vera, á sjúkrahúsinum, í matframleiðsluni, í køkinum ella á skrivstovuni.

Tað eru ikki einans mannagongdirnar í framleiðsluni talan er um, men eisini sjálv vøran ið freimleidd verður, skal vera í samsvar við SPT-Charter, ið við jøvnum millumbili kanna um vørurnar lúka treytirnar.

Krøvini frá SPT-Charter eru t.d. at ikki er loyvt at gera kanningar við djórum uttan lógarheimild, ikki er loyvt at hava børn í arbeiði, at vørurnar gera minst møguligan skaða á heilsu og umhvørvið, og at starvsfólkini í framleiðsluni hava eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi.