Ráðhúsið í Oslo er millum útlendingar best kent úr sendingum frá handanini av Nobel heiðurslønunum. Myndir av tí heimskenda salinum við teimum stóru veggja málningunum, eru ferð eftir sendar um allan knøttin, meðan bestu heilar og djarvastu hjørtu í heiminum hava fingið tað fullkomna herðaklappið, fyri sínar stóru gerðir.
Uttanífrá er Ráðhúsið eitt sermerkt byggilistarligt verk í býarmyndini, eitt verk, ið hevði ein truplan burð. Tey bæði tornini eru ein týðiligur partur av sjónarringinum tá tú nærkast Oslo sjóvegis, og taka ímóti tær sum eitt slag av favni.
Upprunaligu tekningarnar av húsinum stava frá eini arkitekt kapping í 1918, og tað vóru teir báðir Arnstein Arneberg og Magnus Poulsson, ið áttu vinnandi uppskotið.
Men m.a. orsakað av skiftandi politiskum vilja, fóru tey ikki undir arbeiðið við at gera Ráðhúsini fyrr enn 1931. Orsakað av krígnum var eisini sjálvt arbeiðið nógv seinkað, og húsini vórðu ikki liðug fyrr enn í 1950.
Ráðhúsini húsa stórum parti av býarumsitingini í Oslo, eini 450 fólk hava sítt arbeiðspláss í húsinum. Sjálvur borgarstórin hevur skrivstovu í eina torninum, harumframt er býráðssalur og ymisk fundarhøli. Men í líka stóran mun eru húsini ferðamál.
Stóri salurin, ið vit kenna sum karm um handanina av Nobel heiðurslønini, er við sínum risa veggja málningum ein ferð gjøgnum føðingina av norsku tjóðini. Hetta er ein høvuðsorsøkunum, at 100.000 gestir og ferðandi vitja ráðhúsini á hvørjum ári.
Men hetta er ikki einasta listaframsýningin í húsunum, fleiri aðrir salar eru við list av nógvum kendum norskum málarum, umframt at nýggjar framsýningar verða sýndar fram í húsunum javnan.
Í eystara torninum hevur man síðan 1952 havt eitt klokkuspæl, ið hevur verið nýtt til at siga frá klokkuni hvønn tíma, og til konsertir tá høvið býðst. Fyri nøkrum árum síðan, varð nýtt klokkuspæl tikið í nýtslu og er tað nú teldustýrt. Hvønn tíma spælir klokkuspælið smá tónleikapetti, í summar er tað í sambandi við 250 ára føðingardagin hjá Mozart, tónleikurin hjá honum, ið verður spældur Hvønn mikudag alt árið kl. 13 eru sokallaðar smáar gerandiskonsertir, og sunnukvøld er altíð ein størri konsert við klokkuspælinum. Hetta klokkuspæl er vorðið eitt vælkent og nógv brúkt ljóðføri m.a. í sjónvarpi, útvarpi, í filmum og í 2001 á fløgu.










