Fíggjarætlanin fyri Tvøroyar kommunu varð samtykt í gjár og sigast má, at kommunan hevur lagt seg eftir at gera korini hjá barnafamiljun lagaligari.
Higartil hevur kommunan havt millum hægsta skattaprosent og hægstu barnaansingargjøld í landinum, men í fíggjarætlanini fyri 2015 vera bæði lækkað munandi.
Barnansingin í Tvøroyrar kommunu hevur kostað 2.650 krónur um mánaðin í 12 mánaðir fyri eitt vøggustovupláss, men nú hevur kommunan samtykt at lækka gjaldið niður í 1.900 krónur um mánaðin í 11. mánaðir. Hetta er ein sparing á tilsamans 10.900 krónur um árið hjá einum, ið hevur barn í vøggustovu.
Gjaldið fyri barnagarðspláss lækkar úr 2.150 krónur um mánaðin í 12 mánaðir niður í 1.900 krónur í 11 mánaðir ella úr 25.800 um árið niður í 20.900 krónur um árið.
Harumframt lækkar kommunan skattaprosentið við 1,05 prosentum, so tað fer úr 23,5 prosentum niður í 22,45 prosent. Enn er tað høgt, samanborið við restina av landinum, men allur bati bøtir, sigst.
Í viðmerkingunum til fíggjarætlanina stendur annars, at kommunan gleðist um, at skuldin við ársenda verður niðan fyri eina álíkning, eftir at hon, tá hon var upp á ta hægsta, var oman fyri átta álíkningar.
Rakstur kommunurnar fer væntandi at geva eitt yvirskot á 11,8 milliónir í 2016. Inntøkurnar frá persónsskatti vera á leið 54 milliónir og av partafelagsskatti um eina millión krónur.