Tvøramaður heiðraður fyri at bjarga 223 fólkum

Tað var eitt undur at tað eydnaðist at bjarga øllum

Tann 24 oktober var ein heilt serstakur dagur í lívinum hjá tvøramanninum, Helga Strøm.

Hann er skipari á Eleonora Maersk, sum av sonnum er ein av havsins risum við sínum 397 metrum til longdar.

 

Júst hendan dagin, teir pløgdu seg ígjøgnum Miðjarðarhav, sunnanfyri Kreta, fingu tey boð um, at ein skirvisligur bátur við yvir 200 flóttafólkum úr Sýria, var komin í havsneyð ikki so langt frá teimum, og var um at søkka undan flóttafólkunum.

Teir fóru at leita og teir funnu bátin við flóttafólkunum. Og hóast umstøðurnar vóru vánaligar, eydnaðist tað Helga, og restini av manningini á Eleonora Maersk, at bjarga øllum flóttafólkunum.

 

Og nú hann er komin heim í feriu, gjørdi Tvøroyrar Býráð av at heiðra hann fyri hetta sjáldsama brtagdið.

 

Tað var á móttøku í Tvøroyrar Býráð í gjár, at Helgi Strøm, familja hansara, býráðslimir og starvsfólk hjá kommununi vórðu boðin til eitt lítið hátíðarhald á kommnunuskrivstovuni á Tvøroyri.

Har var Helgi Strøm heiðraður fyri bjargingina og við heiðrinum fylgdi eisini eitt pappírsklipp, listakvinnan, Vígdis Petersen, hevur gjørt av heimbýnum Tvøroyri

 

Bjarni Hammer, virkandi borgarstjóri, tók stutt samanum orsøkina til, at tey hava gjørt av at heiðra býarsonin.

 

- Tað var 24. oktober 2014, at Eleonora Maersk kom fram á bátinum við teimum hundraðtals flóttafólkunum umborð,  nakað sunnanfyri oynna Kreta í Miðjarðararhavin.

- Tey vóru øll farin til havs í einum báti, sum um hetta mundið var um at fara til botns. Hann var farin at leka, og standurin umborð var alt annað enn góður, greiddi Bjarni Hammer frá.

Líkindini vóru vánalig, vindurin var 20 - 25 metrar um sekundið og nógv alda.

 

- Helgi Strøm heldur, at tað var eitt satt undur, at Eleonora Maersk fekk bjargað teimum øllum. 

Av teimum 223 flóttafólkunum, vóru 37 børn, og tað yngsta barnið var bara fimm mánaðir gamalt.

 

Trýst HER og hoyr Helga Strøm greiða frá bjargingini

 

Á myndini eru tey frá vinstru, Helga Strøm, mamma Helga, Helgi Strøm, Sigrid, kona Helga, við yngsta soninum, Sigtóri, á arminum og ytst til høgru er tað Signy Jacobsen,  vermamma Helga. Fremst á myndini stendur miðlingasonurin, Hans Hendrik.

Tey eisini eisini eina dóttir, sum eitur Sólvá, men hon lá sjúk og slapp tískil ikki við.

Á eini aðrari mynd er eisini verpápin, Erland Jacobsen á , og eini triðju mynd er tað Bjarni Hammer, virkandi borgarstóri, sum handar Helga heiðurslønina.

Á eini aðrari mynd eru eisini býráðslimirnir, Marit Poulsdóttir, og Hallur í Heiðunum.

 

Myndirnar tók Lasse Jensen.