Tvingar SEV til milliónaíløgur

Nýggja uppsjóvarvirki í Fuglafirði tvingar SEV til at framskunda íløgur á tíggjutals milliónir. Deildarstjórin fyri tøkni hjá SEV afturvísir, at talan er um 100 milliónir

- Vit fáa við hesum ein nýggjan kunda. Tá ein kundi spyr, um vit kunnu veita streym, so hyggja vit upp á tað. Og í hesum førinum kunnu vit gott veita streym. Soleiðis ljóðar einfalda frágreiðingin frá deildarstjóranum fyri tøkni, Finn Jakobsen, tá hann verður spurdur, hvat tað merkir fyri SEV, at nýtt uppsjóvarvirki verður gjørt í Fuglafirði.
Hóast SEV sigur, at tey gott kunnu veita streym til Pelagos, sum nýggja uppsjóvarvirki eitur, so gevur tað streymveitaranum serligar avbjóðingar.
Tí hóast tað ikki er neyðugt við stórum útbyggingum her og nú hjá SEV, fyri at Pelagos kann byrja sítt virksemi, so er tað nakað, sum má gerast um ikki so langa tíð.
- Tá SEV tosar um útbyggingar, so tosa vit í milliónum. Um tað er tíggju milliónir ella meir, tað dugi eg ikki at siga, sigur Finn Jakobsen, sum tó avvísir, at íløgan kemur at kosta 100 milliónir krónur, tá hann verður spurdur um tað.
Deildarstjórin fyri tøkni vísir á, at SEV hevur eina veitingartrygd. Tað merkir, at tey ikki bara kunnu hyggja eftir hvat er bíligasta loysnin her og nú. Tey verða noydd at hyggja fram í tíðina, tí íløgur, sum eru dýrar her og nú, kunnu vísa seg at vera tær skilabestu, um vit hyggja fram í tíðina.
- Vit hava nú teknikarar, sum hyggja eftir, hvat er best fyri øki. Vit hava tó ikki valt nakra loysn enn, og tí ber heldur ikki til hjá okkum at siga, hvat tað kemur at kosta okkum. Men tað eru fleiri møguleikar at styrkja um elkervi. Vit kunnu styrkja um elkervið við einari linju frá Skálabotni, Eiði ella Skálabotni. Men tað er bara ein loysn av fleiri, og tað er ógvuliga ymiskt, hvat tær ymsu loysnirnar kosta, upplýsir Finn Jakobsen.
Men háspenningsanleggið, sum skal byggjast á kaiini fyri at uppsjóvarvirkið skal kunna virka, kostar millum tvær og fimm milliónir krónur. Hetta er tó bara sjálvt anleggið, tá forsýningin og annað ikki er íronað.
Finn Jakobsen leggur tó dent á, at SEV hevur ráð til at veita streym til Pelagos í Fuglafirði. Og til íløgurnar, sum er neyðugar at gera aftaná fyri at tryggja veitingarskylduna.
- Vit hava ráð og skulu hava ráð. Tað áliggur okkum at veita øllum streym. Vit hava útbyggingarætlanir frá fimm til 20 ár fram í tíðina. Hetta virkið í Fuglafirði setur okkara skipan undir trýst, men tað merkir bara, at okkara ætlanir fyri hetta øki, verða framskundaðar, sigur Finn Jakobsen.