Tvíkiljan »Toftanes« handað Bakkafrost

Í gjár handaði skipasmiðjan Mest Bakkafrost tvíkiljuna »Toftanes«, sum fer at virka úr Fuglafirði.

 

Talan er um eina systurtvíkilju til »Miðvík«, sum var latin fyri sløkum mánaði síðani. Eini 150 fólk høvdu leitað sær oman á maskinverkstaðin hjá Mest í Havn, har skipað var fyri lítlari samkomu á middegi – har millum annað kórið Experiment undirhelt. Oddvald Olsen, sum er deildarleiðari á Bakkafrosti, tók ímóti tvikiljuni.

 

Arbeiðið upp á tvíkiljuna byrjaði í september í 2016, og arbeiðið varð gjørt til avtalaða tið – eitt hálvt ár seinni. Toftanes er 15,34 metrar til longdar og 8 metrar breið, og kemur at virka út frá Fuglafiði.

 

Seinnapartin var kósin sett móti Fuglafirði.

 

Á samkomuni vóru talur frá stjóranum á MEST, Oddvaldi Olsen og Regini Jacobsen. Stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, nevndi, at føroyskar fyritøkur fáa slíkar uppgávur, tá tær eru kappingarførar bæði hvat viðvíkur prísinum og ikki minst góðskuni.

 

Bakkafrost hevur gjørt avtalu við MEST um tvær tvíkiljur afturat seinni í ár.