11.000 fólk verða yvir 70 ár í Føroyum í 2045. Hetta vísa nýggjastu framrokningarnar, og tær eru væl hægri enn í mun til framrokningarnar frá 2015.
Tað merkir, at tað vera lutfaltsliga færri í arbeiðsførum aldri, sum skulu reka samfelagið, og tað vera fleiri, sum ikki arbeiða.
– Útrokningarnar vísa, at vit hava eitt stórt bygnaðarligt undirskot, tá ið tað kemur til haldføri. Vit mugu fáa aðrar inntøkur inn og eisini broyta háttin, vit fíggja samfelagið, sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskapargrunninum.
Ráðið sigur, at vit standa yvir fyri tørvinum á eini tvífalding av kapasitetinum í eldrarøktini og heilsuverkinum. Búskaparráðið er av teirri fatan, at politiska skipanin hevur givið hesum trupulleika ov lítlan ans.
Pensjónsaldurin hækkaður
Tá ið hugsað verður um pensjónsaldurin, so sigur Djóni Højgaard:
– Pensjónsalduri er hækkaður nakað, og tað er tað, sum ger størstan mun av teimum hættum, ið eru royndir.
Hann sigur tó, at Búskaparráðið ikki mælir til nakað hesum viðvíkjandi.
– Vit vísa bara á, at hetta er tað átakið í pensjónnýskipanini, sum hevur gjørt allarstørstan mun. Tá ið pensjónsaldurin verður hækkaður, so hevur tað tvær efektir. Bæði at fólk arbeiða eitt sindur longur, og at tú sparir í veitingum, tí at færri skulu hava pensjón.
##med2##
Tvífalding av kapasitetinum á sjúkra- og eldraøkinum
Talvurnar her geva eina greiða ábending um komandi vøksturin í støddini av forsyrgjaraskylduni mótvegis eldra ættarliðinum – teimum yvir 80 ár og teimum yvir 70 ár, skrivar Búskaparráðið.
Við at hyggja at mynd II 5B síggja vit, at skal sama støðið haldast í heilsuverkinum og eldrarøktarverkinum um 25-30 ár sum í dag, so krevur hetta – alt annað líka – eina tvífalding av kapasitetinum á sjúkrahúsum, røktarheimum og heimahjálpini, skrivar Búskaparráðið.
Ein slík tvífalding fer at kosta ovurhonds upphæddir í íløgum og eisini í samsvarandi rakstrar- útreiðsluvøkstri fram til 2055-2058. Hetta fer neyvan at bera til – sjálvt um ikki “alt annað verður líka” til ta tíð. Vit síggja eisini av mynd II 5B, at hesin vøksturin fer at taka dik á seg í 2020, og at hann heldur áfram næstu 25-30 árini.
Sakin í einum nøturhylki er tann, at vegna stórar nettofráflytingar úr Føroyum til útlond í undanfarnum áratíggjum, trýtur okkum fólk í arbeiðsførum aldri - sjálvsagt við tilhoyrandi lønsomum arbeiðsplássum - til fíggjarliga at halda uppi almenna geiranum. Tá ið demografiski drátturin av álvara fer at gera um seg á almennu útreiðslusíðuni, fer hetta trot fara gerast meira eyðsýnt, skrivar Búskaparráðið .
Skulu fleiri føroyingar í útisetu flyta aftur til Føroya fyri at gerast partur av nevndu “forsyrgjarum”, er spurningurin um útvegan av førleikasamsvarandi arbeiðsplássum til teirra avgerandi.
Búskaparráðið er av tí uppfatan, at ein tilætlaður innsatsur fyri heilsubetri elding og sjúkufyribyrging átti at verið royndur sum eitt mál í sær sjálvum og við tí tilætlaða hjáárini at minka um aldurstreytaðu heilsu- og røktarútreiðslurnar pr. fólk pr. ár.
Vit vita frá royndum, at kostnaðurin av fyribyrging bert er ein brotspartur av viðgerðarkostnaðinum, tá skaðin er hendur. Tað kann tó taka sína tíð áðrenn heilsuligu og fíggjarligu úrslitini av einum fyribyrgingarinnsatsi gerast sjónlig, skrivar Búskaparráðið í síni frágreiðing.