Tvey ungdómslandslið til Danmarkar

Í august mánað fara tvey føroysk ungdómslandslið í hondbólti til Danmarkar at royna seg

Hondbólt

Í blaðnum í vikuskiftinum vóru røddir frammi um, at alt ov lítið var gjørt við ungdómslandsliðini í hondbólti, og sagt var, at einki virksemi hevði verið á hesum økinum seinnu árini. Hesum vísur nývaldi formaðurin í HSF, Niels Pedersen, tó aftur.

40 ungdómar við
- Vit hava tvey ungdómslandslið, ið skulu til Aalborg í august mánað at royna seg, sigur Niels Pedersen, Hann vísir á, at hesi lið hava verið virkin í eina tíð, men hava tó enn ikki spælt nakrar dystir.
Nývaldi formaðurin í HSF sigur, at tilsamans verða tað eini 40 føroyskir hondbóltsungdómar, sum verða við, t á ið farið verður til Danmarkar, og at starvsnevndin í Hondbóltssambandinum ætlar at økja um virksemi innan ungdómslandsliðini í hondbólti.
Tey bæði ungdómslandsliðini, ið fara til Danmarkar, eru ávíkavíst eitt mansunglingalið og kvinnuunglingalið. Tað eru teir báðir Henrik Gerster og Flemming Raben, ið hava ábyrgdina av teimum báðum liðunum.