Tvey tok rendu saman í Sveis

Í gjárkvøldið rendu tvey tok saman við Granges-pres-Marnand í vestara parti av Sveis. Annar tokførarin doyði, og 35 fólk fingu skaða, harav fimm álvarsliga.

Líkið av øðrum tokføraranum er funnið í samankroysta tokinum. Tey fimm fólkini, sum vórðu illa skadd, vórðu í skundi fingin til eitt sjúkrahús nærindis við tyrlum og sjúkrabilum. Tey eru uttan fyri lívsvanda, skrivar tíðindastovan AFP sambært Berlingske.

Annað tokið var á veg til Lausanne, og hitt kom út úr býnum. 46 fólk vóru í tokunum, øll úr Sveits.

Tokvanlukkan hendi á eini av tryggastu jarnbreytunum í Evropa.

Sambært løgregluni kundi vanlukkan verið nógv verri, skrivar dr.dk. Tokið hevði lítla ferð, sigur talsmaðurin fyri løgregluna.

Tokini rendu saman klokkan 19 í gjárkvøldið bara 100 metrar frá eini tokstøð. Sambært vitnum var annað tokið júst farið í gongd, tá mótkoyrandi tokið rendi á tað.

Franska tokfelagið RER stendur fyri rutuni. Ógreitt er, nær tok aftur kunnu koyra á hesum strekkinum. Fyribils koyra bussar hesa leiðina.

(Mynd: Denis Balibouse © Scanpix)