Søljan heldur fast í plássinum í ovara hálvu á stigatalvuni í Sunset-kappingini. Sunnudagin hevði vágaliðið vitjan av StÍF, og hóast tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, so var eingin ivi um, hvat var betra liðið, tá ið avtornaði.
Strandakvinnur spældu annars fult upp við heimaliðið fyri steðgin, men beinan vegin í seinna hálvleiki setti Søljan ferð á, og so var einki at gera hjá StÍF. Søljan avgjørdi í veruleikanum dystin fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki, tá ið tær nærum skoraðu eftir vild, og StÍF hevði einki mótvápn.
Enn einaferð var tað Nicoleta Radu Hansen, ið var besti málskjútti hjá Søljuni, meðan tær báðar Rebekka Justinussen og Poula D. Olsen vóru raskastar at skora fyri StÍF.
Søljan-StÍF 29-21(12-11)
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 12, Lina Andriulyte 5(1), Heidi Maria Akselsen 3, Hertha J. Simonsen 3, Fía Selma Nielsen 2, Petra Thomassen 2, Arnleyg Haraldsen 1, Erla Samuelsen 1
StÍF: Rebekka Justinussen 5(3), Poula D. Olsen 5, Súnfríð B. Jacobsen 4, Johanna í Króki 2, Rósa Johansen 2, Paula B. Høgnesen 2, Malan Petersen 1
Brotstkøst: Søljan 1(1), StÍF 3(3)
Útvísingar: Søljan 3, StÍF 1
Dómarar: Hannis og Uni Wardum