Í sambandi við nógvu málini, sum koyra í løtuni, um útlendingar, sum annaðhvørt eru vístir av landinum ella verða tað, er alt ikki bara so svart ella hvítt, sum ofta verður víst á.
Reglurnar eru greiðar, sum myndugleikarnir skulu fylgja, men tað eru tveir ymiskir møguleikar, sum ein umsøkjari hevur. Alt eftir hvørjar hansara ella hennara umstøður eru.
? Tað koyrir í tveimum sporum, tá útlendingar skulu søkja um uppihaldsloyvi, greiðir Bergur Berg frá. Annaðhvørt kunnu tey søkja um arbeiðsloyvi ella um familjusamanføring.
Munurin á hesum báðum er bæði stórur og avgerandi. Tí tá ein persónur søkir um arbeiðsloyvi verða hansara persónligu viðuskifti so at siga ikki tikin við. Men tað verða tey hinvegin, tá søkt verður um familjusamanføring.
Tríggir spurningar
Bergur Berg frá Innlendismálaráðnum greiðir frá, at tá ein persónur søkir um arbeiðsloyvið, verður støða tikin til tríggjar spurningar.
? Er talan um eftir føroyskum viðurskiftum serliga kvalifiseraða arbeiðsmegi?
? Eru arbeiðsviðurskiftini t.e. setanarkor, løn og so framvegis eftir føroyskum fyritreytum?
? Og er tørvur á arbeiðsmegini?
? Hatta eru teir tríggir spurningarnir, sum vit verða biðin um at taka støðu til. Ongin persónlig viðurskifti verða tikin við, greiðir hann frá.
Tað sum sást á pappírinum, sum umsøkjarin sendir inn, er, um viðkomandi er stakur ella giftur. Um viðkomandi hevur børn ella ikki og um tey eru í sama landi ella ikki. Aðrir persónligir upplýsingar eru ikki at síggja, tá ein søkir um arbeiðsloyvi.
Skeivar fortreytir
Tískil ber til at koma til ta niðurstøðu, at í fleiri førum søkja tey um uppihaldsloyvi undir skeivum fortreytum, um so er at persónlig viðurskifti gera seg galdandi.
Tí tað er nevniliga soleiðis, at tá ein hevur fingið familjusamanføring, er so at siga júst tað sama galdandi, sum tá ein hevur fingið arbeiðsloyvi. Tað vil siga, at ein kann halda fram í sínum arbeiði. Men tó er familjusamanføringin eisini galdandi í ávíst tíðarskeið, til dømis fyri eitt ár í senn.
Hetta ger greitt, at um umsøkjari hevur serligar persónligar umstøður, sum kunnu gera, at viðkomandi heldur, at hann átti at fingið loyvi at verða í landinum, so nyttar tað onki at søkja um arbeiðsloyvi, tí her verður ikki hugt at teimum persónligu viðurskiftunum. Sostatt eigur viðkomandi at søkja um familjusamanføring heldur. Men tað er sjálvandi ein spurningur um hvørja niðurstøðu ið avgerandi myndugleikin kemur til ? óansæð hvat so verður søkt um.
Tó skal leggjast afturat, at tað er munur á, um útlendingur og føroyingur eru gift ella ikki.
Tá útlendingur og føroyingur eru gift, hava samlivað og/ella eiga barn, so skal útlendingurin fáa rættin til familjusamanføring. Men tá talan er um leysari familubond ella annað, so kann útlendingurin fáa rætt til familjusamanføring.
Munurin millum skal og kann er sostatt av alstórum týdningi her. Um útlendingur og føroyingur eru gift, er ongin trupulleiki, men um tey bert liva saman, so verður støða tikin til tað einstaka málið.









