Ein av nýggju leikarunum á liðnum hjá EB/Streymi í ár er Rasmus Dan Sørensen, ið felagið hevur leiga frá B36.
Í báðum dystunum hjá EB/Streymi hevur Rasmus víst seg at vera eitt vápn í skjótálopunum hjá EB/Streymi, og í dystinum móti NSÍ í dag skoraði Rasmus málið hjá EB/Streymi.
Í samrøðu við Trónd Arge eftir dystin, sigur Rasmus, at tvey skjót mál til NSÍ í seinna hálvleiki, knekkaðu konseptið hjá EB/Streymi.
Øll samrøðan sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp, ber til at síggja í videobrotinum omanfyri.