Tvey ára gamalt tilfar til amerikumenn

Høgni Lisberg viðgongur, at tað er heldur undarligt, at tvey ára gamla fløga hansara Haré Haré skal útgevast í USA og Kanada í ár

Í 2008 kom fløgan Haré Haré á føroyska marknaðin. Ummælarar tóku hana beinanvegin til sín, og er hon kosin at teljast millum bestu føroysku fløgurnar nakrantíð. Nú, stívliga tvey ár seinni, fáa fólk í USA og Kanada møguleikan at ogna sær fløguna, tá hon verður verður útgivin gav.
- Jú, tað er eitt sindur undarligt, at hon verður givin út í USA nú tað er so lang tíð liðin síðani hon kom út av fyrstan tíð. Men hetta er ikki fyrsta dømi um, at tað er so, tí tað kemur meiri enn so fyri, at tónleikur verður givin út og lítið og einki hendir fyrstu tíðina, greiðir Høgni Lisberg frá.
Talan er um eina sokallaða licensavtalu, har Spectra Records í roynd og veru leigar fløguna hjá Høgni Lisberg í trý ár. Plátufelagið stendur so fyri øllum kring fløguna, alt frá at prenta fløguna til reklamuarbeiði og at fáa ummæli og greinar.
Við øðrum orðum er tað ikki nógv ítøkiligt arbeiði hjá Høgna Lisberg, nú fløgan verður givin út í USA og Kanada í næstum, hóast talan er um heimsins størsta tónleikamarkna, sum føroyingurin nú flytir seg inná.

Fylgir Teitur og Týr
Høgni Lisberg er ikki fyrsti føroyingurin, sum verður útgivin í USA. Fyri nøkrum árum síðani hevði Teitur Lassen sáttmála við Universal Records og fløgan Poetry & Airplanes kom á amerikanska marknaðin í 2003. Somuleiðis hevur Týr, sum hevur plátusáttmála við eitt týskt felag, onkra avtalu um, at teirra fløgur eisini røkka til amerikumenn.