Tvey pør landa mánadagin

Nakrir partrolarar og tríggir djúpvatnstrolarar eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum. Allir teir smáu trolbátarnir liggja.

Allir teir smáu trolbátarnir liggja, men fara út aftur, tá líkindini verða betri.

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men helst koma bara tvey teirra inn at landa mánadagin, og so koma nøkur pør aftrat, sum vikan gongur.

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og ein fiskar blálongu. Teir eru allir nýliga byrjaðir túr, og tí er ivasamt, um nakar teirra landar í vikuni sum kemur.

Væntandi fara nakrir djúpvatnstrolarar, sum hava ligið síðan fyri jóla-og nýggjárshalguna, út aftur, tá veðrið batnar. 

Í gjár, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, lógu allir teir smáu trolbátarnir. Teir fara eisini út aftur, tá veðrið batnar.

- Bara eitt garnaskip er á svartkalvaveiði, og teir koma helst inn at landa síðst í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat. 