Dagurin í gjár var ein stórur dagur hjá teimum, sum mannaðu tey seks skipini, ið Faroe Fish II átti. Í gjárkvøldið loystu tey fyrstu fýra - og í dag loysa tey bæði seinastu. Anfinnur Olsen, sum er annar av stjórunum í nýggja samtakinum, ið hevur keypt fýra virkir og seks ísfiskatrolarar, sigur, at Bakur, Stelkur, Heykur og Falkur loystu seint í gjárkvøldið. Hitt parið, sum enn ikki er farið til fiskiskap, er Rókur og Lerkur.
Reiðarin sigur, at ymiskar umvælingar eru gjørdar umborð á øðrum skipunum, og nú skal Skipaeftirlitið góðtaka arbeiðið, sum er gjørt.
- Men eg vænti, at Rókur og Lerkur loysa í dag, sigur Anfinnur Olsen.
Reiðarin leggur aftrat, at manningarnar við hesum seks skipunum eru at kalla tær somu, sum áður mannaður hesi skip.