Tað størra ísfjallið, sum hevur rivið seg leyst úr einum jøkli í landnyrðingspartinum av Grønlandi, er 4,3 kilometrar langt og 1,8 kilometrar breitt.
Hitt minna er sambært DMI, sum rópar ísfjøllini tvær ísoyggjar, tveir kilometrar langt og eisini tveir kilometrar breitt.
Sermitsiaq veit at siga, at hitt minna ísfjallið nú liggur einar 100 kilometrar úr grønlenska høvuðsstaðnum, Nuuk.
- Annað ísfjallið hevur lagt heilar 3400 kilometrar aftur um seg - fram við eysturstrond Grønlands, suður um Kap Farvel, og er nú rikið fram við Nuuk við norðurgangandi streyminum.
DMI, sum fylgir gongdini við ísi í Grønlandi alt árið, veit í tíðindaskrivi at siga, at hitt ísfjallið er rikið fleiri enn 2000 kilometrar og er nú á leiðini við grønlensku eysturstrondina, sunnan fyri Tasiilaq.
Við satelittmyndum ber til at máta, hvussu tjúkkur ísurin er, og hvat slag ísurin er, sum rívur seg leysan.
At fylgt verður við, hvar ísfjøllini eru, og hvussu ísurin háttar sær, er ein partur av trygdini í havøkinum, har ísur skjótt kann gerast vandamikil fyri skipaferðslu.











