Tað eru nú nøkur ár síðan, at tey seinastu sethúsini vórðu bygd í Húsavík. Men, nú standa so tvey nýggj sethús - lið um lið - uppi, harav onnur at kalla eru liðug, og hini ætlandi verða liðug til heystar.
Borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, sum eisini fevnir um bygdirnar Dal, Djúpadal og Skarvanes, Jákup Martin Sørensen, sigur, at Húsavík ikki veksur í fólkatali, nú hesi bæði húsini verða bygd.
- Hetta eru tvær familjur, sum frammanundan búgva í Húsavík, men sum nú fara at flyta í nýggj hús.
Borgarstjórin sigur, at ein annað grundøki er tøkt aftrat, har hesi bæði húsini eru bygd, men skulu fleiri hús byggjast hinu megin ánna, fer kommunan at leggja nøkur grundøki út aftrat.
- Vit hava bygt eina brúgv um ánna og húsini, sum nú eru bygd og grundøkið, sum er eftir, eru innan fyri byggiætlanina hjá kommununi, sigur Jákup Martin Sørensen.










