Nógv fólk var komið saman í auluni í Eysturskúlanum um vikuskiftið, tá óalment FM í inniróðri var á skránni. Tá ið henda kappingin var á skránni í fjør, møttu 114 ymiskir rógvarar til kappingina, men hesaferð vónaðu fyriskipararnir at fáa enn fleiri luttakarar.
Luttakaratalið bleiv eisini metstórt til kappingina um vikuskiftið. Omanfyri 200 rógvarar høvdu leitað sær niðan í Eysturskúlan leygardagin, og Magni Brøðraberg, formaður í Havnar Róðrafelag, var sera væl nøgdur við kappingina.
Einstaklingakappingin gekk væl
Ávísar broytingar vóru í aldursbólkunum í kappingini í ár í mun til kappingina í fjør. Í kappingini í fjør vóru ikki so nógvir aldursbólkar við, og tí gjørdist munurin í onkrum førum ov stórur millum yngstu og elstu luttakararnar í nøkrum av bólkunum.
Í ár høvdu fyriskipararnir tó valt at gera fleiri aldursbólkar, soleiðis at bert tveir árgangir vóru í hvørjum bólki. Hetta vísti seg at rigga stak væl, tí nú sluppu rógvararnir at royna seg ímóti javnaldrum á sama føti.
Annars var kappingin skipað á tann hátt, at einstaklingarnir róðu fyrrapartin, meðan stafettirnar vóru seinnapartin. Magni Brøðraberg sigur, at kappingin hjá einstaklingunum eydnaðist sera væl.
- Kappingin eydnaðist sum heild avbera væl, men serliga kappingarnar hjá einstaklingunum gingu væl. Alt riggaði, sum tað skuldi, og kappingin bleiv ikki longri enn væntað.
- Í liðkappingunum, sum vóru á skránni seinni um dagin, gekk ikki eins væl. Her høvdu vit ávísar teldutrupulleikar, tá vit skuldu rokna okkum fram til handicaptíðirnar í liðkappingini, og hetta gjørdi, at kappingin bleiv eitt sindur seinkað, sigur Magni Brøðraberg.
Tvey føroysk met
Heili 16 ymiskar kappingar vóru á skránni í Eysturskúlanum leygardagin. Tvær liðkappingar vóru á skránni seinnapartin, 13 einstaklingarkappingar vóru fyrrapartin, meðan ein kapping í sprinti eisini var á skránni, har allir rógvararnir kundu taka lut.
Av teimum 13 einstaklingakappingunum, sum vóru á skránni henda dagin, blivu tvey føroysk met sett.
Í opna bólkinum hjá monnum í lættvekt eydnaðist Lars Abrahamsen frá róðrarfelagnum, NSÍ, at seta nýtt met á 2000 m teininum. Tíðin hjá honum 6:23.5, og var hann heili 11 sekund frammanfyri Beinir Danielsen á øðrum plássi.
Í opna bólkinum hjá kvinnum í lættvekt bleiv eisini sett eitt nýtt føroyskt met. Kappingin millum tveir teir fremstu rógvararnar í hesum bólkinum var sera hørð, og báðar kvinnurnar megnaðu at rógva seg til eina tíð, sum var undir gamla metið. Her eydnaðist hjá Katrin Olsen at vinna í tíðini 7:13.5, og beint í hølunum á henni kom Súsanna Skylv Sørensen í tíðini 7:14.7.
Hetta vóru tó ikki einastu føroysku rógvararnir, sum komu á mál í eini tíð undir gamla metinum á 2000 m teininum. Anny Maria Davidsen, sum róði í bólkinum 17-18 ár hjá kvinnum, kom eisini undir gamla føroyska metið á 2000 m teininum. Hon kom á mál í tíðini 7:18.7, og var hennara tíð sostatt eitt sekund betri enn gamla metið.
Magni Brøðraberg sigur, at hetta var ein sera góð tíð av ungu gentuni, sum rør fyri SÍF.
- Anny Maria svimur í eini tíð, sum er undir gamla metið, og hon er bert fimm sekund aftanfyri tíðina hjá Katrin Olsen í opna lættvektsbólkinum hjá kvinnum. Hetta er eitt fram úr gott úrslit av eini so ungari kvinnu.
Kundi vunnið DM
Í bólkinum hjá dreingjum 13 til 14 ár var bert ein luttakari við í kappingini, men hetta vísti seg tó ikki at ávirka úrslitið hjá unga Oyvindi Lützen úr Havnar Róðrarfelag. Hann kom á mál í tíðini 3:30.01, sum verður mett sum ein sera góð tíð.
- Oyvind hevur ikki verið við til hesar kappingar áður. Hann ger nógvan annan ítrótt eisini, men tíðin, sum hann setti í Eysturskúlanum leygardagin, er fram úr góð. Hevði hann fingið hesa tíðina í danmarksmeistaraheitinum í inniróðro, so hevði hann róð seg til eitt gullheiðursmerki, sigur Magni Brøðraberg.
Góðar vónir fyri føroyska rógving
Luttakaratalið var næstan tvífaldað í mun til seinasta ár, tá FM í inniróðri var á skránni. Magni Brøðraberg sigur eisini, at hetta er eitt gott rák fyri føroyska rógving.
- Hetta var sera gott, at fáa so nógvar luttakarar til kappingina. Eg haldi, at økta bólkatalið hevur gjørt, at fleiri luttakarar eru komnir við til kappingini, tí nú høvdu teir møguleika at kappast við onnur á sama støði. Eg haldi eisini, at hetta er eitt tekin um, at føroysk rógving er í menning, segði Magni Brøðraberg at enda.
Úrslit frá Kall-kappingini:
Kvinnur/Gentur 12 ár og yngri (500m):
Nr.NavnTíð
1.Marita Weihe Nielsen (MR)1:56.0
2.Gerda Olesen (MR)2:04.3
3.Erla Johannesen (MR)2:06.2
Menn/Dreingir 12 ár og yngri (500m):
Nr.NavnTíð
1.Jóhannus Kristmundsson (Skála)2:04.4
2.Jákup Andrias Eidesgaard (Sunda)2:21.2
3.Jóanis Albert Nielsen (SÍF)2:24.0
Kvinnur/Gentur 13-14 ár (1000m):
Nr.NavnTíð
1.Lis Elin Nielsen (MR)3.50.3
2.Erla Jacobsen (KRF)4.01.0
3.Eyðbjørt Midjord (RK)4.22.7
Menn/Dreingur 13-14 ár (1000m):
Nr.NavnTíð
1.Oyvind Lützen (HR)3:30.1
Kvinnur/Gentur 15-16 ár (2000m):
Nr.NavnTíð
1.Annetta Cecilia Eidesgaard (Sunda)8:14.2
2.Susan Johannesen (SÍF)8:21.5
3.Elita Josefina Falkvard (SÍF)8:35.5
Kvinnur/Gentur 17-18 ár (2000m):
Nr.NavnTíð
1.Anny Maria Davidsen (SÍF)7:18.7
2.Sarita Kristina Hansen (MR)8:02.1
3.Sonja í Hoyvík8:20.6
Menn/Dreingir 17-18 ár (2000m):
Nr.NavnTíð
1.Karl Danielsen (NSÍ)6:36.5
2.Helgi Øster Petersen (RK)6:45.3
3.Sámal Einarsson (NSÍ)6:48.1
Kvinnur/Gentur opin bólkur lættvekt (2000m):
Nr.NavnTíð
1.Katrin Olsen (RK)7:13.5
2.Súsanna Skyld Sørensen (SÍF)7:14.7
3.Birgit Beder (SÍF)8:11.8
Menn/Dreingir opin bólkur lættvekt (2000m):
Nr.NavnTíð
1.Lars Abrahamsen (NSÍ)6:23.5
2.Beinir Danielsen (NSÍ)6:34.4
3.Sigurd Nordendal6:40.2
Kvinnur/Gentur opin bólkur tungvekt (2000m):
Nr.NavnTíð
1.Beinta Klakkstein (RK)7:33.5
2.Paula Eikholm (RK)7:42.4
3.Finngerð Jensen (RK)7:49.3
Menn/Dreingir opin bólkur tungvekt (2000m):
Nr.NavnTíð
1.Martin Dahl (AR)6:22.9
2.Magnus Madsen (AR)6:27.4
3.Annfinn Sivertsen (NHR)6:29.2
Kvinnur/Gentur 35 ár og eldri (2000m):
Nr.NavnTíð
1.Hansina á Plógv (SÍF)8:29.0
Menn/Dreingir 35 ár og eldri (2000m):
Nr.NavnTíð
1.Livar Nysted6:47.3
2.Kristmund Johannesen (Skála)7:05.5
3.Petur í Gong (RK)7:18.2
500 m sprint:
Nr.NavnTíðHandicaptíð
1.Oyvind Lützen 1:36.71:19.0
2.Reidar Luid1:31.61:20.0
3.Teitur Nielsen1:30.91:20.2
Liðkapping kvinnur (6x500m):
Nr.NavnTíðHandicaptíð
1.Hvassi (Sunda)10:59.411:04.4
2.Ørnin Kvinnur (SÍF)10:46.811:19.8
3.Sílið Kvinnur (HR)10:48.111.20.1
Liðkapping menn (6x500m):
Nr.NavnTíð
1.Teistein dreingir (AR)9:29.3
2.Ørvur (HR)10:31.2
3.Glyvra-Power (NSÍ)