Í kvøld hava tvey óhapp verið í Eysturoynni, har motorsúkklur eru við í óhappunum.
Umleið klokkan 18:20 rendi ein motorsúkkla á ein bil. Hetta hendi Runt Agnið á Nesi. Ikki er greitt, hvussu er við persónskaða, men ein persónur er koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Millum Kambsdal og Fuglafjørð fór ein motorsúkkla útav vegnum. Førarin kærdi seg um, at hann hevði ilt í beininum, men annars hevði hann tað gott. Hann er á Landssjúkrahúsinum til kanningar, frættist av løgreglustøðini í Havn.
Hóast telefonin kimar á støðini í kvøld, so er bert talan um smálutir, og alt er annars friðarligt í kvøld, sigur vakthavandi.
Myndin er innan av Nesi.