Svimjing
Eftir fleiri ár við partvísari stagnatión hjá føroysku svimjarum, tykist nú spakuliga ein glotti at koma í. Nakrir ungir og evnaríkir svimjarar eru, sum royna at troka seg framat, og ein teirra, 21 ára gamli Andrass Thomsen, var um vikuskiftið í Dublin, har hann tók lut í EM-kappingini.
Fýra sekund av metinum
Tað var nokk ikki væntandi, at Andrass skuldi koma heim við nøkrum gullmerkjum, og tað gjørdi hann so heldur ikki. Men tíðirnar, sum hann svam á ferðini, vóru framúr, og í tveimum av trimum møguligum førum setti hann nýtt føroyskt met.
Hósdagin varð kappast í 400 metra frí, og her gjørdi Andrass bart. Hann svam á mál í tíðini, 4.03,45, og tað var næstan 4 sekund betri enn gamla metið! Tað metið átti Andrass eisini sjálvur, og varð tað sett á Oyggjaleikunum herfyri.
Fríggjadagin varð so kappast á 100 metra teininum, og eisini her gekst væl. Talan gjørdist tó ikki um nýtt met, men við tíðini, 53,46 var hann bert 5/100 sekund frá metinum.
Seinasta kappingin var so sunnudagin, og aftur hesaferð gjørdist talan um met. Her skuldi svimjast á 200 metrar, har Andrass sjálvur átti metið undan kappingini. Gamla metið var 1.56,51, men hetta varð nú kutað niður í 1.55,68, so eisini her má sigast, at talan var um eina munandi betran av metinum.
Við sær á ferðini hevur Andrass Petur Heðin á Fløtti, landsliðsvenjara, og teir báðir vera væntandi heima aftur týsdagin.