Teit Jacobsen venur í hesum døgum við Sønderjyske í Danmark. Í dag spældi hann við eykaliðnum og skoraði tvey góð mál. Esbjerg vann dystin 5-3, men Teit Jacobsen fær rós fyri sítt avrik.
Les eisini: Teit venur við Sønderjyske
- Eg fekk rós, tá eg mátti av vøllinum við skaða. Teir siga, at tað gongur væl og eru bilsnir, at tað gongur so væl, hóast spælið gongur nógv skjótari enn eg eri vanur við, sigur Teit Jacobsen.
Fyrra málið er gott skot úr spískum, eftir góða fyrstu nerting. Seinna málið er skot uttanfyri brotsteigin, sum fer upp í málhornið og í stongina og inn.
- Hetta var ein torførur dystur móti einum góðum liði. Tað gekk illa at byrja við, tí eg kenni ikki mátan teir spæla uppá. Tað er meiri kropsliga krevjandi, men eg haldi at eg spældi meg upp, og tað bleiv til ein góðan dyst fyri meg, greiðir Teit Jacobsen frá.
Stóri spurningurin er um Teit Jacobsen, ið hevur sáttmála við HB, verður seldur eftir eitt slíkt avrik. Høvðuspersónurin er ikki í iva um stóra málið, men hann hevur bæði beinini plantaði væl á jørðini.
- Hetta hava verið góðir og lærikríkir dagar. Eg havi fingið nógv burtúr og lært hvussu tað fyrigongur. Nú má tíðin bara vísa hvussu framtíðin er, men dreymurin er fótbóltur og tað koyri eg eftir, sigur Teit Jacobsen.
17 ára gamli Teit Jacobsen fór av vøllinum aftaná ein tíma. Í hansara stað kom Jóhan Waag Høgnesen, sum til dagligt spælir við Sønderjyske.