Tað gekk ikki heilt, sum heimamenninir høvdu vónað, tá ið FC Suðuroy seinnapartin á Vágseiði hevði vitjan av teimum næstbestu hjá B36.
Hetta var fyrsti dysturin hjá FC Suðuroy í næstbestu deildini, síðani teir næstbestu hjá felagsliðnum Suðuroyingar í 2018 fluttu niður úr 1. deild. Í fjør megnaði FC Suðuroy at vinna uppflyting úr 2. deild, og í dag endaði tað 1-1 ímóti næstbesta liðnum hjá B36.
Talan var um heilt javna uppgerð. Heimaliðið hevði fleiri royndir ímóti málinum hjá B36, meðan B36 vann fleiri hornaspørk.
Bæði málini vórðu skorað fyrstu lítlu løtuna í seinna hálvleiki.
Nýggi norski spælarin hjá FC Suðuroy, Christian Guillermo Njöten legði heimaliðið á odda í 51. minutti, og í 52. minutti javnaði Villiam Emil Klein til 1-1. Hetta var fyrsti dysturin hjá honum, síðani hann flutti til B36. Í fjør spældi hann við FC Hoyvík. Árini frammanundan umboðaði hann barndómsfelagið HB.
Á liðnum hjá FC Suðuroy eru fleiri spælarar, sum hava royndir í bestu deildini. Her verður hugsað um Hera Kjærbo, Salmund Bech, Dennis Nielsen, sum spældi allar dystirnar við Suðringum í 2018, Reidar Dahl Joensen og Ari Krosslá Poulsen. Rói Hentze Mørk vardi málið hjá B36, og Gilli Samuelsen var millum útispælararnar.