Flestu línuskip eru til fiskiskap, og tey flestu fiska tosk og hýsu. Onkur er tó, sum fiskar longu og brosmu.
- Fiskiskapurin er heldur smáligur hjá flestu línubátum, men onkur letur hampiligt at.
Fiskamarknaður Føroya væntar, at tvey línuskip koma inn at landa mánadagin, og onnur koma seinni í vikuni.
Eitt línuskip er á Flemish Kap. in.fo veit, at tað er Váðasteinur. Ætlandi loysa tvey onnur línuskip um vikuskiftið og fara at seta kós vestur á Flemish Kap.
Streymurin verður góður, og sambært veðurforsagnum skuldu líkindi eisini verið til onkran útróðrardag í næstu viku. Útróðrarbátarnir fiska mest tosk og hýsu.