Í morgin verður síðsti dysturin í fjórða umfari í næstbestu deildini. Tá fær ÍF vitjan av uppflytaranum Undrið FF.
ÍF er annað av liðunum, sum framvegis ikki hevur tapt. Hitt liðið, sum ikki hevur tapt, er KÍ, sum í gjárkvøldið vann 6-0 á útivølli ímóti HB.
KÍ hevur 10 stig og er topplið - í hvussu so er inntil seinnapartin í morgin.
Tvey lið hava framvegis einki stig vunnið. Tey eru uppflytararnir í 07 Vestur og B36.
07 Vestur tapti í dag 3-1 á útivølli ímóti Víkingi. Øll málini vóru skorað, tá ein hálvur tími var farin.
B36 tapti í dag 3-0 á heimavølli ímóti B71, sum við sigrinum lyfti seg fram á triðja plássið.
Triði dysturin í dag var í Runavík, har teir næstbestu hjá NSÍ vunnu 3-2 ímóti TB, sum tapti fyri aðru ferð í ár. Sigurin hjá NSÍ var tann fyrsti í hesum kappingarárinum.
Víkingur - 07 Vestur 3-1 (3-1)
1-0: Magnus Heinason 14.
2-0: Magnus Heinason 15.
3-0: Rani Hansen 19.
3-1: Ragnar Weihe br 27.
NSÍ - TB 3-2 (0-0)
1-0: Jóel Jacobsen 67.
2-0: Dávid á Roykheyggi 73.
3-0: Marjus Nón 80.
3-1: Jens Erik Bruhn 85.
3-2: Mikkel Blåholm 95.
B36 – B71 0-3 (0-2)
0-1: Tijani Mohammed 27.
0-2: Hans Hentze 35.
0-3: Ágúst Jens Birgisson 84.
KÍ | 4 | 3 | 1 | 0 | 20 | 4 | 10 |
ÍF | 3 | 3 | 0 | 0 | 12 | 0 | 9 |
B71 | 4 | 2 | 2 | 0 | 7 | 2 | 8 |
Víkingur | 4 | 2 | 1 | 1 | 11 | 8 | 7 |
TB | 4 | 2 | 0 | 2 | 6 | 5 | 6 |
HB | 4 | 2 | 0 | 2 | 7 | 13 | 6 |
Undrið FF | 3 | 1 | 1 | 1 | 3 | 3 | 4 |
NSÍ | 4 | 1 | 1 | 2 | 4 | 15 | 4 |
07 Vestur | 4 | 0 | 0 | 4 | 3 | 11 | 0 |
B36 | 4 | 0 | 0 | 4 | 1 | 13 | 0 |