Tvey línuskip á veg til Grønlands

Føroyski línuflotin fiskar í løtuni á ymiskum havleiðum, og mánadagin landar eitt línuskip undan Íslandi.

- Tvey ísfiskalínuskip, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa mánadagin. Tey hava mest av toski, longu og brosmu.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at eitt annað ísfiskalínuskip eisini er undir Føroyum og fær mest av longu og brosmu. 

 

- Tvey ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og annað skipið kemur heim at landa síðst í næstu viku. Hitt skipið landar neyvan í vikuni sum kemur.

 

Aftrat hesum fiska tvey frystilínuskip í føroyskum sjógvi, og eitt føroyskt frystilínuskip fiskar í íslendskum sjógvi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at eitt frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip eru ávegis til Grønlands at fiska.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður hampiligur í næstu viku, og veðrið verður gott. Tí er eisini væntandi, at nakað verður av útróðri.

 

- Men, hetta er vánalig tíð til útróður, verður lagt aftrat.