Arbeitt verður nú av álvara við at stovna eitt nýtt kommunufelag, sum skal fevna um allar kommunurnar í landinum, samstundis sum tey bæði núverandi feløgini verða løgd niður.
Føroya Kommunufelag varð sett á stovn í 1968, men í 1999 tóku seks tær størstu kommunurnar seg úr felagnum og stovnaðu Kommunusamskipan Føroya, men hesi bæði fara í søguna, tá nýggja felagið verður stovnað.
Bæði Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, og Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, eru á einum máli um, at tað gevur onga meining at hava tvey kommunufeløg.
Hoyr samrøðu við teir báðar við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.