Tvey harðskapsmál í Klaksvík

Tvey harðskapsmál eru fráboðað løgregluni um vikuskiftið, og bæði vóru í Klaksvík

Fyrra harðskapsmálið fór fram leygarnáttina, og tað málið er kannað av løgregluni, sum hevur fingið fatur á vitnum til hendingina. Hendingin fór fram í miðbýnum í Klaksvík um trýtíðina leygarnáttina.

 

Sunnunáttina var aftur eitt harðskapsmál fráboðað í Klaksvík. Vakthavandi á politistøðini í Havn dugdi í morgun ikki at siga, hvussu langt man er komin við teimum kanningunum.

 

Harumframt er ein maður í Klaksvík skuldsettur, tí at hann um vikuskiftið tók í ein løgreglumann og hótti hendan.