Tvey harðskapamál annars friðarligt

Løgreglan í Havn hevði nógv av gera nýggjársaftan, men talan var í flestum førum um smáttaríir, sigur vakthavandi

- Tað hevur verið eitt sindur av hjørjum, men eingin einstør stórt mál.

Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Veðrið var av tí allarbesta, og tí var eingin ótti fyri, at vindur skuldi fara avstað við neistum og øðrum úr bálunum og gera skaða. Hinvegin var úr at gera við øðrum, fullum fólki og ófriði her og der.

- Vit høvdu eisini tvey harðskapsmál. Í øðrum førinum var hetta í samband við húsaófrið, har ein varð sligin í høvdið við einari fløsku. Har verður rapport skrivað og viðkomandi helst skuldsettur. Í hinum førinum var tað ein durarvørður á einum skeinkistaði í Havn, sum bleiv skallaður. Har er viðkomandi handtikin og verður skuldsettur, sigur vakthavandi.

Onkur smærri ferðsluóhapp vóru, tað eina uppi við Oyggjarvegin, har tveir persónar, sum eru ov ungir at hava koyrikort, vóru í bilinum, og har eisini illgruni er um rúsdrekkakoyring.

Annars vórðu fýra onnur tikin fyri rúsdrekkakoyring, tríggir mans og ein kvinna. Í einum føri var eisini talan um koyring í frákenningartíðini og í einum øðrum føri var talan um einki koyrikort.

Nú upp undir nýggjár hevur løgreglan fram sonevnd fýrverkarí eftirlit, og tað byrjaði longu 27. desember.

- Hesi eftirlit hava verið ógvuliga gjøllig, og hava eftir okkara tykki virka ógvuliga væl. Øll sølustøð eru vitjað, summi meiri enn ta einu ferðina, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.