Um tú nakrantíð hevur hugsað tær at koyrt hýruvogn í Havn, hevur tú ein møguleika nú, tí nú eru nevniliga tvey hýruvognsloyvi leys at søkja.
Tað veit Tórshavnar kommuna at siga í dag.
- Loyvini, sum eru leys at søkja, eru knýtt at bilstøðini Bil, og umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 25. februar.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu verður kunnað um, hvussu søkjast kann um hýruvognsloyvi, og hvørjar treytirnar fyri at søkja eru.
Bilstøðin Bil varð sett á stovn í 1952.
Teir, sum stovnaðu støðina, vóru Hans Mellemgaard, Eiler Thorsvig, Hans A. Davidsen, Poul Gaard Hansen og Pauli Gaard Hansen.