Tvey fólk ringdu til løgregluna at melda harðskap

Leitar nú eftir gerningsmanninum

Tíðliga í gjáramorgunin, ringdu fólk, tvær ferðir, til løgregluna at melda, harðskap. Løgreglan sigur, at hesi bæði fólkini ringdu óheft av hvørjum øðrum, og við stuttum millumbili, so tey høvdu einki við hvørt annað at gera.

 

Men løgreglan sigur, at soleiðis sum tey greiddu frá at alt var farið fram,, verður arbeitt út frá tí, at talan er um sama gerningsmann í báðum førum.

 

Løgreglan sigur í morgun, at tey vita hvør gerningsmaðurin er, men tey hava ikki fingið fatur á honum, so hann er ikki avhoyrdur enn. Hann er útlendingur og arbeitt verður nú við at finna hann. Tá ið hann er funnin, og avhoyrdur, verður støða tikin til, hvussu farast skal fram.