Tvey fólk meldað fyri at stjala

Í tí eina førinum var talan um eitt barn – og ein maður verður skuldsettur fyri harðskap

Í gjár vórðu tvey fólk melda fyri stuldur. Í tí eina førinum hevði onkur stolið ein jakka úr umklæðingarrúminum í eini venjingarmiðstøð og tí tjóvinum leitar løgreglan eftir.

 

Í hinum føri varð ringt úr einum handli at melda, at ein hevði verið inni og var stungin av við nakað av klæðum. Løgreglan fekk fatur á tjóvinum, sum var undir 15 ár. Handilin var ikk áhugaður í at melda, bara tey fingu klæðini aftur og tað fingu tey. Men av tí, at talan er um eitt barn undir 15 ár, verður barnaverndin boðað frá og so taka tey sær av málinum.

 

Um náttúrðatíð í gjár varð eisini ringt løgregluna at boða frá harðskapi, har ein maður varð sligin og kanska sparkaður. Sjúkrabilur varð eftir manninum og førdi hann á Landssjúkrahúsið til kanninga.

 

Løgreglan hevur avhoyrt fleiri vitni og tey hava eisini navnið á gerningsmanninum og tað málið verður so fylgt upp.