Tvey føroysk gullmerki í altjóða kapping

Ein unglingi og ein veteranur koma heim aftur við hvør sínun gullmerki


Í dag hava seks føroyskir judoleikarar verið við í altjóða judokappingini Hillerød International Cup.


Og tað hevur gingið væl, tí Ikki færri enn tvær gullmedaljur hava teir heim við aftur, eins og hinir eisini stóðu seg væl.

Torkil Jógvansson úr Havnar Judofelag kappaðist í bólkinum U15 vektbólki -45 kg. Har megnaði hann eftir kappingina at standa ovast á sigursskamlinum við gullmedalju um hálsin.


Petur Sigurð Johannesen úr Sunda Judofelag var fyrst og fremst við sum venjari, men eftir sum eisini kapping fyri veteranar var, bjóðaði hann seg fram har, og eisini hann stóð eftir við einari gullmedalju um hálsin, tá kappingin var liðug.

Aleksandur Christensen úr Sunda Judofelg var við fyri fyrstu ferð. Hann var eisini í bólkinum U15 vektbólki -60 kg. Tað gest bara væl hjá honum, og hann endaði á 4. plássi.


Jónas Tungá úr Sunda Judofelag var við fyri aðru ferð. Hann kappaðist í bólkinum U12 vektbólki -45 kg, sum vísti seg at vera ein sera sterkur bólkur. Hóast Jónas bardist væl, tapti hann sínar dystir, siga tey í Judo Føroyum, sum fer felagið hjá teimum sum íðka judo her á landi.

- Bárður Hentze Lenvig úr Havnar Judofelag hevur eisini verið til hesa kappingina fyrr. Hann var í bólkinum U15 vektbólki -55 kg., sum eisini var ein sera sterkur bólkur. Hóast Bárður stríddist tað, hann kundi, tapti hann eisini sínar dystir.


Malaki Vang Niclasen úr Havnar Judofelag var við í hesari kapping fyri fyrstu ferð, og tað gekst eisini væl hjá honum.

Í innleiðandi kappingini vann hann ein dyst og tapti ein, so hann kom víðari sum tveyari í bólkinum. Í finalubólkinum tapti hann fyrst tveir dystir, men so funnu tey út av, at tey høvdu gjørt ein feil, so hann var komin at kappast móti skeivum mótstøðumanni tann eina dystin.  Sostatt fekk hann ein dyst afturat - hesa ferð móti rætta mótstøðumanninum - og tá vann hann aftur.

At enda skuldi hann kappast í bronsufinaluni, men hendan dystin tapti hann, so hann endaði á einum 4. plássi.


Myndina hevur Jógvan Páll Kristiansen tikið.