John Johannessen og Eirikur Lindenskov
Ein 30 ferðafólk vóru við á fyrsta túrinum hjá Atlantsflog til Stavanger í gjár umframt umboð fyri fjølmiðlar og innboðin annars, og túrurin gekk væl.
Magni Arge, stjóri, sigur, at tey ikki hava roknað við, at nýggja rutan kann fara at bera seg longu fyrsta árið.
? Kortini rokna vit við at kunna innkoyra rutuna longu í ár.
Málið hjá Atlantsflog er annars innan tvey ár at hava tvey flogfør og tvær tyrlur - og at hava ferðasamband við øll grannalondini, sigur Magni Arge.
Millum ferðafólkini vóru eisini norðmenn, sum arbeiða á oljuboripallum, og teir lata væl at rutuni - serliga við oljuvinnuni í huga.