Tvey fjórðapláss til Óla og Alva í Malmö

Óli Mortensen og Alvi Hjelm megnaðu í gjár at svimja seg til hvør sítt fjórðapláss, tá ið teir kappaðust fyri Hovedstadens Svømmeklub á stevnuni Grand Prix 2017 í Malmö. Tað skrivar svimjing.com.

 

Báðir høvdu kvalifiserað seg til at verða millum teir átta skjótastu. Óli Mortensen í 400 metra frí, og Alvi Hjelm í 400 metra blandað. Tíðin hjá Óla Mortensen var 3:59.38, meðan tíðin hjá Alva Hjelm var 4:40.43.

 

Nógv føroysk heiðursmerki eitt hektiskt kvøld í Reykjavík 

Føroyingarnir vunnu í gjár heiðursmerkir, tá ið fyrsta veruliga finaluumfar fyri opna bólkin varð avgreitt á Reykjavík International 2017. Ásbjørg Hjelm úr Ægir vann silvur í 50 bringu, Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag silvur í 200 blandað, Signhild Joensen úr Ægir bronsu við nýggjum føroyskum meti og juniormeti í 100 rygg, Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag gull í 100 bringu, Sára R. Nysted silvur í 200 bringu og Ásbjørg Hjelm bronsu, og Jana B. Thomsen úr Ægir bronsu í 100 firvald. Hartil vann Magnus Jákupsson sum svimur fyri Farum og Danmark gull í 50 rygg og silvur í 50 firvald.

 

Úr Íslandi verður, at tað var sera hektiskt, tá finaluumførini skuldu svimjast, og at hetta eisini sæst aftur tíðunum.