Tvey ferðsluljós í Marknagili

Á býráðsfundinum í kvøld fer býráðið í Havn at viðgera atkomuviðurskiftini við Glasir. Avgerð er tikin um at seta ferðsluljós upp við tvey av vegamótunum millum Glasir og Marknagilsvegin, og væntast hesi at koma til landið ein av fyrstkomandi døgunum, skrivar Tórshavnar býráð.

 

Uppskotið, ið býráðið nú skal taka støðu til, er ein partur av heildarverkætlanini, sum fevnir um vegagerðina til Glasir, Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan. Ítøkiliga snýr hendan viðgerðin seg um vegastrekkið millum bæði ferðsluljósini norðan fyri Glasir.

 

– Av tí at Marknagilsvegurin er so breiður, er ikki neyðugt at gera so umfatandi broytingar, at arbeiðið fer at ávirka ferðsluna nevnivert. Tó skulu tillagingar gerast, soleiðis at vegurin verður býttur í trý spor, umframt at ferðslulummar til bussin og súkklubreytir á báðum síðum skulu gerast, skrivar býráðið.

 

Nógv trýst verður á økið, tá allir tríggir skúlarnir standa klárir, og tí er alneyðugt at skipa og betra um ferðsluviðurskiftini, soleiðis at ferðslan glíður so smidliga sum gjørligt.