Tíðliga í gjáramorgunin hendi tvey ferðsluóhapp á landsvegnum oman ígjøgnum dalin í Hovi.
Fleiri bilar vóru á veg norður eftir á veg til Smyril til Havnar og á veg oman ígjøgnum dalin, fer ein bilur undir eina yvirháling.
Men tá ið hann er komin áraka bilin, hann skal yvirhála, sær hann at ein bilur kemur ímóti teimum, so bilførarin sá sær eingi ráð enn at snara inn á vegbreytina. Men tá bar hann við bilin, hann yvirhálaði, so hann misti tamarhaldið á bilinum og fór útav.
Bilførarin slapp snikkaleysur frá óhappinunum - og tað var umráðandi at sleppa til Havnar, so hann skundaði sær á vegin aftur og fekk tumla ein bil til Smyril.
Stutt eftir koma tveir bilar koyrandi, og tá ið tann fremri tekur ferðina av at hyggja, renur bilurin aftan fyri upp í reyvina á honum.
Løgreglan sigur, at tað vísti seg sum at allir partar skuldu við Smyrli, so tað var ikki fyrr enn Smyril hevði loyst, at bilførararnir ringdu, hvør í sínum lagi, at boða frá óhappinum.
Løgreglan er nú í ferð við at kanna málið, men hetta kann enda við eini ákæru um ábyrgdrarleysa koyring hjá tí, sum skuldi yvirhála og tá er koyrikortið í vanda.
Bilførarin, sum ikki ansaði eftir bilinum frammanfyri, kann eisini vænta sær eina heilsan frá løgregluni.