Bæði nýggja føroyska bryggjaríið Okkara og Føroya Bjór, eru umboðað á Ølfestivalinum, sum er í danska høvuðsstaðnum um dagarnar. Umvegis Facebook-síðu sína sigur ein av monnunum handan Okkara, at teir hava fingið góðar afturmeldingar upp á ølið, teir hava borðreitt við fyrsta dagin á festivalinum, sum byrjaði í gjár og endar í morgin.
Føroya Bjór hevur eisini fingið góðar afturmeldingar seinastu dagarnar. - Ølin hevur ein vakran kláran og krystalreyðan lit, og tann heldur súrligi og uppfrískandi rabarbusmakkurin er eitt sikkurt hitt, skrivaði ummælari hjá Ekstra Bladet fyri nøkrum døgum síðani.
Hvørjar afturmeldingarnar vera eftir festivalin verður spennandi at vita, men Føroya Bjór, sum hevur bás á festivalinum tíggjunda árið á rað, hevur sum siðvenju at enda ovarlaga á samlaðu eftirmetingunum.