Tvey føroysk brotssparksdrama

Tað eydnaðist bæði U17 landsliðnum og U19 landsliðnum at koma sigrandi úr brotssparkskappingum, sum tryggjaðu, at føroysku liðini gjørdust nummar 5 og 7 í einari sterkari U17 kapping, har 8 lið tóku lut. Svøríki stóð sum sigursharri eftir lokna kapping

Føroyska U17 landsliðið møtti Ìslandi í Gundadali í dystinum um sjeynda plássið, meðan U19 landsliðið møtti Finnlandi úti á Vika á Argjum í dystinum um fimta plássið. Í bólki A hevði U19 havt eina higartil misjavna kapping, har liðið tapti 0-5 ímóti Danmark og 1-4 ímóti Svøríki. Millum báðar ósigrarnar eydnaðist tó U19 landsliðnum at vinna 3-1 á Íslandi á Svangaskarði á Toftum. U17 landsliðið tapti tepurt 0-2 ímóti Onglandi og tepurt 0-1 ímóti Noregi. Ímóti Finnlandi eydnaðist tað at fáa javnleik 0-0, hóast føroyska liðið stríddist 10 ímóti 11 ein stóran part av hesum dystinum, tí verjuspælarin, Absalon Eliasen úr Randers var vístur av vølli í fyrra hálvleiki.

Brotssparksdrama 1
Í dystinum um fimta plásiið mill­um føroyska U19 landsliðið og Finn­land var tann finski málverjin útvístur longu aftaná sjey minuttirs spæl. Tá fyrri hálvleikur varð hálv­runnin kom føroyska liðið á sigurs­kós. Í 21. minutti legði Petur Andreasen úr KÍ Føroyar á odda 1-0. Hóast teir ungu finnararnir vóru ein maður minni á vøllinum, so vístu hesir framúr góðan hugburð, og í 28. minutti javnaði Karim Jouini fyri Finnland. Føroyska U19 lands­liðið megnaði ikki at gagnnýta yvirtalsstøðuna 11 ímóti 10. Fyri at avgera plasseringina var neyðugt við einari brotssparkskapping, og har vann føroyska liðið 5-4, og gjørdist sostatt nummar 5 í NM kappingini. Venjararnir Oddbjørn Joensen og Eyðun Klakkstein løgdu herðslu á, at hjá teimum var neyðugt at brúka kappingina sum eina góða venjing til EM-undan­kapp­ingina, sum verður í Estlandi seinni í heyst, har føroyska U19 lands­liðið er í bólki saman við Onglandi, Ukraina og Estlandi.

Brotsparksdrama 2
Longu í 7. Minutti kom føroyska U17 landsliðið á sigurskós, tí tá stútaði John Frederiksen úr Brøndby IF bóltin hegnisliga í tað íslendska málið. Ìslendska liðið tyktist at ressast av hesum og í 27. minutti javnaði Sámuel Kári Fríðjónsson til 1-1 við einum góðum stútara. Føroyska liðið var betri fyrru helvt av fyrra hálvleiki, meðan Ísland var betur í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki, og vóru gestirnir nærri við 2-1 enn okkara U17 landslið. Ìslendingar høvdu eina roynd á yvirleggjaran í 52. Minutti, og hesa løtuna stóð á ungum nøgl­um. Emil Rom Madsen úr Fredrikshavn, sum stóð í føroyska mál­inum leygardagin hevði eisini nakrar rimmar bjargingar. Før­oyska liðið var betri við ímóti dystar­enda, og teir høvdu onkran góðan málmøguleika. Dysturin í Gunda­dali endaði eisini við einari dramat­iskari brotssparkskapping, og har vann føroyska liðið 5-4, og gjørdist U17 landsliðið sostatt nummar 7 í NM kappingini. Fyrsti íslendski skjúttin, Alexander Helgi Sigurðsson slapp enntá at skjóta tvær ferðir. Emil Rom Madsen vardi fyri fyrra brotssparkinum hjá Alexanderi Helga Sigurðssyni. Tann annars góði, finski dómarin metti, at tann frálíki ungi málverjin tveitti seg ov tíðliga, men har vóru fleiri á vøllinum og kring vøllin, sum vóru ósamd við finska dómaran, men tíbetur spældi tað væl av hjá føroyska U17 landsliðnum, sum kann skráseta tveir javnleikir í lands­dystaryvirlitinum. U19 lands­liðið fær ikki skrásett nakran dyst, tí teir hava spælt ímóti landsliðum í øðrum aldursbólkum. Sigrar í brots­sparkskappingum verða ikki skrásettir.

Svøríki vann uppiborið
Finalan í NM-kappingini varð spæld í Gundadali millum Ongland og Svøríki. Talan gjørdist um ein rættiliga spennandi dyst, sum svenskarar vunnnu við tveim­um málum móti ongum, eftir hálv­leiks­støðuna 1-0 til Svøríki. Saman­umtikið var talan um ein uppibornan sigur. Semja var mill­um menn, at Svøríki var besti liðið í kappingini. Onkur garvaður venj­ari helt, at tað var eitt vónbrot, at enska liðið ikki var sterkari, tá ein hugsar um tað stóra fólkatalið Ong­land kann vísa á. Í dystinum um bronsuna vann Noreg tepurt á Dan­mark. Úrslitið gjørdist 2-1 til Noreg. Seinni leygarkvøldið var døgurði fyri øllum hópunum í Norður­landahúsinum í Havn, og har fingu nummar eitt, tvey og trý heiðurs­krónur handaðar. NM fyri U17-landslið verður aftur um eitt ár, og tá er Noreg vertur fyri kappingini.